Barack Obama, forseti, er nú á veg til Oslo, har hann skal taka ímóti ársins Nobel-friðarheiðursløn. Men hátíðarhaldið hesaferð verður ikki, sum tað plagar at vera. Eitt nú fer Obama ikki á kongsborgina at fáa sær eina máltíð saman við Haraldi kongi, og hann hevur eisini givið avboð til ta siðbundnu Nobel-konsertina.
Avgerðin hjá Obama at bróta gamlar siðir hevur vaks ans í Noregi, og flestu norðmenn halda, at tað er óhøviskt av forsetanum at broyta tað gamla.
Samstundis vísa meiningakanningar, at flestu norðmenn og flestu amerikanarar halda tað vera skeivt, at Barack Obama fær ársins Nobel-friðarheiðursløn.