Teir amerikonsku ríkisborgararnir, sum eru í Danmark, vilja hava Barack Obama í Hvítu Húsini 139 demokratar høvdu rætt til at greiða atkvøðu í Danmark í dag, og 98 teirra settu krossin við Barrack Obama. Tað svarar til 70 prosent.
37 valdu Hillary Clinton, sum er 26 prosent, og hini demokratisku valevnini fingu fýra prosent.
Republikanararnir hava ikki uppstillingarval í Danmark.