Amerikanskir ættargranskarar siga seg vera komnar eftir, at Barack Obama, forseti, er ættaður niður frá tí fyrsta svarta trælinum, sum varð skrásettur sum trælur í USA.
Upprunin hjá forsetanum hevur leingi elvt til kjak í USA, og summi vilja vera við, at hann er als ikki amerikanari. Nú hevur blaðið New York Times fingið ættargranskarar at kanna hesi viðurskiftini, og teir siga, at tað ber til at greina ættina hjá forsetanum aftur til ein svartan træl, sum livdi umleið ár 1640.
Pápi Obama var svartur og mamman hvít, men kanningarnar hjá ættargranskarunum vísa, at tað er í móðurættina, at forsetin er í ætt við tann svarta trælin John Prunch, sum búði í tí, sum nú er staturin Virginia.
Kanningarnar hjá ættargranskarunum hava avdúkað, at hesin John Prunch flýddi úr Virginia, men varð tikin í Maryland og dømdur at liva sum trælur. Hann verður tí mettur sum tann fyrsti trælurin í USA, sum er skrásettur sum trælur í amerikonskum skjølum.