Obama: Trump ger eitt stórt mistak

- Breið semja er um, at avtalan við Iran hevur virkað eftir ætlan, sigur fyrrverandi amerikanski forsetin, Barak Obama.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, finst nú harðliga at avgerðini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at taka seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran. Barak Obama var forseti, tá avtalan varð gjørd í 2015, og fyrrverandi forsetin er onga løtu í iva um, at avgerðin hjá Donald Trump er eitt stórt mistak, sum hann tekur til á sínari Facebook-síðu.

 

- Tað eru fá ting, sum eru týdningarmiklari fyri trygdina hjá USA enn útbreiðsla av kjarnorkuvápnum, umframt vandin fyri einum enn meira oyðileggjandi kríggi í Miðeystri, sigur fyrrverandi forsetin, sum heldur, at avtalan við Iran júst hevur virkað eftir ætlan.

 

Barak Obama sigur, at tað er semja millum samstarvspartarnar hjá USA, óheftar serfrøðingar og núverandi verjumálaráðharran, at avtalan hevur tænt sínum endamáli.

 

- Tí er fráboðanin hjá Donald Trump i dag ein ábending um eina stóra "feilmeting", sigur hann.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin heldur tað vera skeivt av Trump-stjórnini at skrotta avtalur, sum USA hevur við onnur lond, tí hetta kann koma at merkja, at trúvirðið á USA verður skatt, eins og hetta kann koma at elva til stríð millum USA og onnur stórveldi.

 

Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur við Reuters, at prestastýrið í Iran er til reiðar at halda avtaluna við hini londini, sum eru saman um avtaluna. Hann visir á, at um Iran kann røkka endamálunum við avtaluni í samstarvi við londini, sum eftir eru, verður avtalan framhaldandi galdandi.

 

Frakland, Týskland og Stórabretland hava í dag váttað sín framhaldandi stuðul til avtaluna við Iran, eftir at Donald Trump hevur boðað frá, at USA tekur seg burturúr avtaluni. Somu støðu, sum hesi trý londini hava tikið, hevur uttanríkisleiðarin í ES, Federica Mogherini, eisini tikið.