Obama til Keypmannahavnar

Hvítu Húsini hava nú váttað, at Barack Obama, forseti, fer á fundin, sum altjóða olympiska nevndin heldur í Keypmannahavn fríggjadagin. Frammanundan er fráboðað, at kona forsetans, Michelle Obama, fer til Keypmannahavnar á fundin hjá IOC.

Ørindi teirra eru at sannføra ta olympisku nevndina um, at heimbýurin hjá forsetahjúnunum, Chicago, sigur at verða vertur fyri teimum olympisku summarleikunum í 2016.

Chicago kappast við Rio de Janeiro, Madrid og Tokyo um at hýsa summarleikunum í 2016, og avgerðin fellur á fundinum í Keypmannahavn.