Barack Obama tykist at standa seg best í amerikanska forsetavalinum, sum heldur ikki er heilt óvantað.
Stóru amerikonsku sjónvarpstøðirnar CNN, ABC og NBC vilja vera við, at demokratiska valevnið Barack Obama stendur til at vinna amerikanska forsetavalið. Eftir at ein lítil partur av atkvøðunum er taldur upp stendur Obama til at fáa 81 valmenn og McCain 34. Fyri at gerast forseti skal tú hava 270 valmenn. Tað vísir seg, at Obama stendur seg væl í statum, har Bush áður hevur vunnið stórt á demokratunum, og hetta verður mett sum eitt tekin um, at USA fer at fáa ein demokratiskan forseta, eftir at republikanarar við Bush á odda hava rátt fyri borgum í Washington seinastu 8 árini.