Í USA hevur Barack Obama, forseti, staðfest semjuna, sum Umboðsmannatingið og Senatið hava samtykt, og sum hækkar skuldarloftið hjá tí almenna. Forsetin skrivaði undir semjuna, stutt eftir at Senatið hevði samtykt semjuna við 74 atkvøðum fyri og 26 ímóti. Síðstu nátt samtykti Umboðsmannatingið semjuna.
Tað var í síðstu løtu, at politikararnir samdust um avtaluna um skuldarloftið, tí uttan semjuna hevði USA ikki megnað at halda sínar fíggjarligu skyldur aftan á midnátt í kvøld.
Tað gamla skuldarloftið var 14.300 milliardir dollarar, men við samtyktini hjá Kongressini hækkar loftið 2.400 milliardir dollarar.