Obama skal tala

Barack Obama, forseti, skal halda talu, tá Edward Kennedy fer til gravar leygardagin. Ein talsmaður fyri Kennedy-ættina sigur, at forsetin og fyrrverandi senatorurin høvdu fleiri felags áhugamál, og at teir eisini vóru vinmenn.

Minningarhaldið verður í Boston, og aftaná verður kistan flutt til tjóðarkirkjugarðin Arlington uttan fyri Washington.

Har verður Edward Kennedy jarðaður undir liðini á brøðrunum John F. Kennedy, fyrrverandi forseta og Robert F. Kennedy, fyrrverandi løgmálaráðharra. Teir vórðu báðir myrdir.