Kann ein forseti í einum krígsførandi landi fáa friðarheiðursløn Nobels! Hendan spurning hava ikki heilt fáir eygleiðarar sett, nú tað varð kunngjørt, at Barack Obama, forseti fær friðarheiðursløn Nobels. Hetta er sjálvandi ein viðkomandi spurningur at seta og fyri alt tað verða mangan settir spurningar við hesa heimsins mest tignarligu heiðursløn.
Spurningurin hevur nakað at gera við, at nógv halda friðarheiðurslønina til tíðir hava politiskar undirtónar og nakað er tað ivaleyst um hetta páhald. Mangan er heiðurslønin farin til ein persón ella felagskap sum hava staðið í hørðum stríði fyri fólkaræði og mannarættindi, ella sum hava havt sermerktan leiklut í samband við at fáa enda á einum kríggi. Ásannast má, at tað ikki altíð hava verið Guds bestu børn, ið hava fingið heiðurslønina, men vit kunnu ikki annað enn samstundis ásanna, at viðkomandi veruliga hevði útint stórverk fyri friðin á einum ávísum øki. Kissinger og Le Duc To munnu vera bestu dømini. Hvørgin teirra var nakað friðardýr og báðir høvdu nógv ódámligt á samvitskuni. Men høvdu meira enn aðrir einstaklingar heiðurin av, at endi fekst á Vietnamkríggið, og høvdu tí heiðurin uppibornan. Í hesum skal ásannast, at flestu heiðurslønarevni hava verið so uppløgd, at tað einasta ein kann finnast at er, at tað tók so drúgva tíð, áðrenn avgerð fall. Mandela vera besta dømið um tað.
Tað er tí einki ódámligt í, at heiðurslønin verður nýtt til at stuðla ella skunda undir eina tilgongd, ið gagnar pørtum av mannaættini ella allari mannaættini. Hetta sampakkar væl við ætlan Alfred Nobels, ið stovnaði heiðurslønina og lat norska stórtinginum upp í hendi eina ferð um árið at finna ein persón ella ein felagskap, ið kundu metast verd at fáa hendan stóra heiður. Lagt kann verða afturat, at norska nobelnevndin sum heild hevur havt hepna hond við tilnevningum sínum hesi ár heiðurslønin hevur verið til.
Obama er eitt upplagt evni til heiðursløn Nobels. Víst er hann forseti í krígsførandi landi, men hann hevur ”arvað” hesi kríggj og hevur sjálvsagt ongan møguleika at enda hesi kríggj eftir einum degi. Hann fær heiðurslønina fyri eftir stuttari tíð at hava megnað at broyta altjóða politiska veðurlagið. Amerikanskur uttanríkispolitikkrur hevur øll árinini undir Bush verið eyðkendur av konfrontatión og hernaðarligum loysnum. Hesin harðrendi politikkur hevur elvt til ófrið og spenning í heiminum og hevur drenað USA fyri búskaparliga orku og tilfeingi. Obama hevur eftir stuttari tíð broytt hendan myndil og framt aldarinnar paradigmuskifti í amerikanskum politikki. USA er á veg úr tí politiska kyksendi, sum politikkur Bush hevur elvt til og myndin av einum demokratiskum og ábyrgdarfullum stórveldi hómast aftur.
Obama hevur við øðrum orðum givið landsmonnum eins væl og altjóða samfelagnum nýggjar vónir um ein heim við einum rættvísari býti og ein heim, har ósemjur landa millum kunnu verða loystar við diplomatii heldur enn við vápnamegi. Obama er tí eitt gott og upplagt val, ið tænir norsku nobelnevndini til heiðurs.