Barack Obama, forseti, er framman fyri avbjóðaran, Mitt Romney, í meiningakanning í statunum Florida og Ohio, sum verða mettir sum sera týdningarmiklir í sambandi við forsetavalið í november.
Í kanningini, sum blaðið Washington Post almannakunngjørdi í gjárkvøldið, sæst, at í Florida ætla 51 prosent at velja Obama, og 47 prosent ætla at velja Romney.
Í Ohio eru átta prosentstig á muni. Har fær Obama 52 prosent, og Romney fær 44. Washington Post nevnir í hesum viðfangi, at enn hevur einki republikanskt forsetavalevni vunnið valið uttan at vinna í Ohio.