Tað tykist ikki serliga sannlíkt, at Barack Obama verður afturvaldur á amerikanska forsetavalinum næsta heyst. Hagfrøðingurin Douglas Hibbs hevur kannað gongdina upp undir forsetavalini síðani 1980, og hansara meting er, at sannlíkindi fyri, at Obama verður afturvaldur, eru 1 til 7.
Sambært hagfrøðinginum eru tað serliga tvær orsøkir, sum gera, at Obama fer at tapa valið. Onnur er, at gerandisdagurin hjá fólki er versnaður síðani seinasta val, og hin er, at so nógvir amerikanskir hermenn eru falnir í tænastu í øðrum londum. Douglas Hibbs sigur, at júst hesi bæði viðurskiftini hava havt avgerandi ávirkan á øll forsetaval í USA síðani seinna heimsbardaga.
Hibbs sigur, at eydnast tað at fáa amerikanska búskaparvøksturin upp á fýra prosent, kann Obama verða afturvaldur. Í løtuni liggur vøksturin um tað hálva.