Obama missir veljarar

Tær seinastu vikurnar hava støðugt fleiri amerikanskir veljarar vent Barack Obama, forseta bakið, og hann hevur ongantíð havt so lítla undirtøku í heimlandinum sum nú. Tað skrivar blaðið Los Angeles Times.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt, vísir, at 39 prosent av teimum spurdu eru nøgd við arbeiði forsetans, men 54 prosent eru ónøgd við tað.

Fyrr í ár hava kanningar víst, at millum 40 og 45 prosent vóru nøgd við forsetan, men tá amerikanarar beindu fyri Osama bin Laden, reyk undirtøkan upp á 53 prosent. Men trupulleikar við búskapinum hava gjørt, at forsetin er ikki so væl umtóktur longur.