Obama loyvir kuba-amerikanarum heim á vitjan

Framyvir sleppa kubaamerikanarar at vitja teirra kæru heima á Kuba.

Undir einari hoyring í senatinum týsdagin segði Hillary Clinton, senatorur, at Obama-stjórnin ætlar at strika ferðaforboðið, sum hevur forðað kubanskum familjum í USA at vitja familjuna í heimlandinum. Sambært Clinton, heldur Obama at kuba-amerikanarar eru bestu umboðsfólkini fyri fólkaræði, frælsi og fríum marknaðarbúskapi. Clinton segði seg vóna, at stýrið í Havana fer at loyva kubansku familjunum innfararloyvi, skrivar Kristeligt Dagblad.