Obama lovar gjøgnumskygni

Barrack Obama sigur, at hann fer at gera greiðar reglur fyri, hvussu tann næsti hjálparpakkin til fíggjarheimin skal brúkast. Kongressin hevur játtað 700 milliardir dollarar, men enn er bara helmingurin brúktur. Í seinastuni hava fleiri fýlst á, at stjórnin hjá Bush hevur brúkt 350 milliardir dollarar uttan at tryggja sær, hvat pengarnir eru farnir til. Nú lovar Obama størri gjøgnumskygni, tá hansara stjórn fer at brúka tær seinnu 350 milliardirnar. Hann ætlar eisini at brúka ein størri part enn Bush til at forða fyri privatum tvingsilssølum.