Strendurnar í amerikanska statinum Florida eru reinar, og einki er í vegin fyri, at fólk kunnu fara hagar at halda frí. Tað segði amerikanski forsetin, Barack Obama, leygardagin, tá hann var og svam í Meksikoflógvanum.
-Eingin olja rennur í Meksikoflógvan longur, segði forsetin, áðrenn hann og dótturin Sasha lupu útí.
Leygardagin vóru forsetin og húski hansara í Panama City í Florida, har forsetin tosaði við teir lokalu myndugleikarnar, vinnulívsfólk og umboð fyri ferðavinnuna, sum hevur mist nógv, tí oljudálkingin hevur fingið ferðafólk at fara aðrar vegir í summar heldur enn til Florida.