Amerikanarar skulu koyra í bilum, sum fara væl við umhvørvinum, sigur forsetin Amerikanski forsetin, Barrack Obama, fer nú undir átøk, sum skulu fáa amerikanarar keypa bilar, sum fara betur við umhvørvinum.
Millum annað hevur hann í dag lagt fram eitt uppskot, sum ber í sær, at í 2016 skulu persónbilar og smáir lastbilar í USA hava 30 prosent minni útlát av CO2 enn verandi bilar.
Samstundis ljóðar, at forsetin fer at koma við einum uppskoti, sum skal herða kravið um, hvussu langt ein bilur kann koyra upp á liturin.
Bæði amerikanskar bilverksmiðjur og juapanska Toyota hava boðað frá, at tær taka undir við tiltøkunum hjá Barrack Obama.