Obama klárt á odda

Tær seinastu meiningakanningarnar í USA vísa, at Barrack Obama er langt framman fyri John McCain nú Ein kanning, sum blaðið Washington Post og sjónvarpið ABC hava gjørt, og sum verður almannakunngjørd í dag, vísir, at var forsetavalið í USA nú, hevði Barrack Obama fingið 52 prosent av atkvøðunum, og John McCain hevði fingið 43 prosent.

Kanningin vísir, at Obama hevur havt framgongd í teimum sokallaðu ivastatunum. Í Colorado fáa Obama og McCain ávikavist 49 og 44 prosent, í Michigan eru tølini 48 og 44, í Minnesota 47 og 45 og í Wisconsin 49 og 42.

Felags fyri teir fýra statirnar er, at veljararnir har siga búskapin vera tað týdningarmesta í valstríðnum, og at tey halda Obama vera tann betra til at stýra búskapinum í komandi árum.