Obama ikki nøgdur við røðuna hjá Mubarak

Síðani mótmælini byrjaðu í Egyptalandi, hevur amerikanski forsetin, Barack Obama, sagt, at egyptar mugu fara undir eina tillagingartíð, sum skal enda við einari demokratiskari stýrisskipan. Hann hevur hinvegin ikki kravt, at Hosni Mubarak skal leggja frá sær.

Kortini var Obama ikki nøgdur við røðuna, sum egyptiski forsetin helt í gjárkvøldið. Í einari fráboðan aftan á røðuna segði Obama, at USA hevur ikki álit á, at Mubarak hevur latið varaforsetanum Omar Suleiman allan forsetamyndugleikan.

-Egyptiska fólkið hevur fingið at vita, at myndugleikin er fluttur, men tað er ikki vist, at tað hendir nú, og tað er heldur ikki vist, at tað stigið er nøktandi, stóð í fráboðanini úr Hvítu Húsunum.

Amerikanski forsetin ávataði egyptisku stjórnina ímóti at brúka harðskap, nú tað er greitt, at Mubarak ikki leggur frá sær.