Agga Niclasen
meining@meyl.fo
--------------
Prógvini eru í yvirflóð. Ein og hvør rættsinnaður persónur, sum eftirkannar oljulekan í Meksikoflógvanum, verður tvingaður at koma til tvær niðurstøður. Tann fyrsta, at har eru als eingi prógv um, at BP hevur gjørt nakað skeivt. Tann næsta, at amerikanski forsetin hevur borið seg skammiliga at.
Tað sigur seg sjálvt, at sovorðið sum at bora eftir olju meira enn hálvannan kilometur niðanfyri havbotnin, má vera rættiliga ringt, og ber við sær eina ávísa risiko. Men tað er lívsneyðugt uttan so vit skulu venda aftur til at sutta sýrur og brenna kollektiv bál, meðan vit til fánýtis bíða eftir SEVsa ljótu og lasaligu vindmyllum.
Nei, modernaði heimurin hevur tørv á olju. Komandi tjúgu árini, bara fyri at nøkta øktan eftirspurning og avloysa minkandi framleiðslu á eldri boringarøkjum, fara vit at fáa brúk fyri okkurt samsvarandi við tvey Miðeystur ella fýra nýggj Saudiarábia. Við hesum í huga er ein greiður tørvur á at kanna alternativ til olju. BP hevur verið í fremstu røð í hesi rationellu rannsakan, bæði tá ið tað kemur til orkukeldur, sum eru búskaparliga lívførar, men eisini fáa nóg mikið av orku til vega.
Tað gerst alt truplari at finna olju, og tí er tað, at tær stóru oljufyritøkurnar hava borað á djúpri og djúpri farvatni seinastu tjúgu árini. Tí er tað, at flestir oljuanalytikarir ikki síggja nakað annað alternativ til kanningar í Atlantshavinum og norðurpólsumráðnum. Hetta forklárar eisini nýliga áhugan í Falklandsoyggjunum. Fram um alt, tó, forklárar hetta hvussu víðtøkin og dreivað boringin í Meksikoflógvanum er, tað skjótast vaksandi oljuøkið í verðini.
Hollywood hevur kanska romantiserað um Red Adair, kendur fyri at takkla oljueldar, men oljumenn hava altíð vitað, at teir hava fingist við eitt vandamikið evni. Og serliga í hesum døgum, tá ið tað verður borað á djúpum vatni við teim bágum, hetta hevur við sær, mugu realistarnir altíð vinna á mussandi dagdroymarum.
Og tað gera teir eisini. Allar tær stóru oljufyritøkurnar—eisini BP—eru trásettar av tryggleika. Tær hava skrivstovur og royndarstovur kjokkað við dýrum vísindafólki, sum hugsa um onki annað. Tað er ikki nakað, øll hugsa so nógv um í dagliga sjabbinum. Nakað, nøkur teirra helst eisini kunnu umberast fyri. Men sum tey fylla hasa materialistisku oljuna á bilin, eiga tey at gera sær greitt, at hasi, ið syrgja fyri einum nøktandi útboði, vita betur, og vita eisini, at oljan má halda á at floyma, um heimurin skal halda á at rigga.
So, har býr okkurt aftanfyri. Skuldarkensla, til dømis. Skuldarkenslu-trippið hjá einum stórum parti av eg’istiska miðalklassanum koyrir nettupp uppá, at nýtsla er nakað forherðað nakað, at genmanipulerað føði er farlig, kjarnorka eisini, vistfrøðiligur matur er nakað gudiligt, meðan hópframleiddur matur frá øðrum heimsparti er eitt syndugt produkt; og hóast hasar studningsfyltu og fuglajaglandi myllurnar fara at geva eins nógv til samlaða orkutørvin sum okkara allarstørstu bistandsklientar, altso reiðarar, til føroyska búskapin, tá er tað tann prísurin, vit mugu betala... fyri síðani at halda fram at fylla á og forbrúka til seg og síni og hekla BP ígjøgnum.
Søgan hjá modernaða oljuídnaðinum er prikkað við vanlukkum: Exxon Valdez, Piper Alpha, Texas City. Søgan hjá modernaðari flogferðslu er somuleiðis prikkað við vanlukkum—ov talríkar at nevna og væl fleiri offur. Hugskotið, at tað er ein størri vistfrøðilig moralsk leksia í hesum, er eins spillandi sum tað er pillbýtt. Tá ið eitt flogfar dettur niður, skjýtur eingin upp, at flúgving skal bannast. Tí er tað eins býttisligt at tvinga allar boripallar at gevast við at bora.
Vit hava brúk fyri olju. Har er eingin substituttur fyri hana. Hon letst, í alt størri mun, at finnast í fjarskotnum økjum, har tað er torførari at bora. Onkuntíð fara ólukkur at vera. Hetta er hví, oljufyritøkur sosum BP tjena so forbannað nógvar pengar: tað er ein funksión av vandanum at bora eftir hasum evninum bjórað við globala eftirspurninginum.
Men har er ein asins rúgvu av býttisskapi til. Altjóða vinstravongurin hevur altíð hatað oljuídnaðin; oljukeldan og bilurin eru tvær tær týdningarmestu páfinningarnar hjá kapitalismuni.
Restin av verðini hevði annars líkasum vónað, at hatta anti-olju møsnið var sokkið til botns saman við marxistisku útandingini: ikki so. Eitrandi andin fann bara eitt annað lufthol: útjaðaran av grønu rørsluni, ið setur náttúruna omanfyri mannaættina, og gleðiliga hindrar menniskjanum tær orkukeldur, sivilisasjónin er treytað av!
Í løtuni eru tey grønu før fyri at skava góðvarnan stuðul inn undir seg við totalt at ógvusliggera hóttanina, oljuboring er fyri umhvørvið. Ongin vil hava olju í sjónum—ikki eingong Heilsufrøðiliga Starvsstovan, soleiðis at hon kann heimila sín salverandi tilverurætt. Fyri tað fyrsta, so er tað spill av einum dýrabarum produkti. Fyri tað næsta, so er tað ein tramans mongd av sjógvi til. Olja er lívrunnin, og tí lívfrøðiliga niðurbrótilig, serliga í heitari sjógvi. Oljulekarnir eftir fyrsta flógvakríggið í 1991 vóru, sambært reyðu økofasistunum, ein óbøtilig umhvørvisvanlukka. Tað tók ungefæhr 2 ár hjá persiska flógvanum at venda aftur til tað, sum hann “eigur” at vera!
Rætt, í Meksikoflógvanum eru trupulleikar við fisking og ferðavinnu. Men aftur her er neyðugt at sýna sálarró. Troystarleysa populerpressan, líka frá dreymaliðnum hjá Dimmu til amerikanska Star, vil hava okkum at trúgva, at louisianska strondin er rokað við giggutum fiskimonnum og konum, hvørs lívssetningur er at føða børn og gera mat, og at teirra arkadiski friður nú er vorðin fullkomiliga vanhalgaður av BPsa kapitalistiska brutaliteti.
Í veruleikanum, tó, stendur olja fyri furs prosent av louisiansku bruttotjóðarinntøkuni. Nógvir av fiskarunum hava skyldfólk í fanakenda oljuídnaðinum. Prísurin, teir fáa fyri sítt hál, er bundin av uppburðinum hjá oljudollaranum. BP hevur sagt, at hasi, hvørs starv og lívskor eru ávirkað, fara at fáa endurgjald. Fimmhundrað fólk arbeiða beint nú við hesum, og hava longu góðtikið 31.000 uppáhald. Eg meini so við, hevur nakar nakrantíð møtt nakað tryggingarfólk, sum undirmetur sítt tap?
Veruliga hóttanin ímóti louisianska búskapinum, og tann hjá Amerika, kemur faktiskt frá teirra forseta, Barack Obama. Hansara útseting av avlandsboring fer at kosta arbeiði. Men amerikanski forsetin skítur á arbeiði, uttan eitt: hansara.
Á ein hátt kemur tað óvart á meg, at tað er endað so galið hjá Obama í samband við oljulekan. Landsins myndugleikar vóru á staðnum alt fyri eitt; og yvirhøvur tóktist vera eitt væl betri tak á støðuni enn tá ið ódnin Katrina gjørdi um seg. Men Golflekin hevur helst krystaliserað ivan hjá nógvum amerikanarum um teirra próvtøkuríka, men innihaldsleysa forseta.
Har er ein trupulleiki. Í javnaðarsinnaðu fjølmiðlunum, serliga í Evropa, hava Obamasa retorisku førleikar verið groteskt yvirmettir. Hann er ikki ein góður røðari. Forseti Reagan og Clinton vóru natúrtalent, meðan George Bush yngri kundi levera eina framúr framførslu við stuðuli frá einum fyrireikaðum teksti.
Barack Obamasa levering er hinvegin køld, sjálvsskoðandi og innanbundin. Annars eru hansara røður mest meinlíkar einari samling av miðalgóðum rokkballadum best hóskaðar einum maskinmeistaraballi í Leirvík... “these people are a part of me, and they are a part of America, this country that I love.” Fyri Guds skyld!
Obamasa fremsti spunasmiður, Rahm Emanuel, segði einaferð: “Lat aldri eina seriøsa kreppu fara til spillis”. Og tað hevur vingulskølturin heldur ikki. Tí onki slær ein leskiligan oljuleka. Øll hasi rørandi bíløtini av tjørutum sjófuglum og greinastubbarnir stappaðir við hjartaskerandi frágreiðingum um ávirkanina á “viðbrekna økosystemið”.
Men, álvaratos, hvat við einum viðursveti av perspektivi her? Sjálvsagt, sorgarleikurin er ein vanlukka fyri øll hasi, ið eru komin í hana. Vit føla øll líka nógv fyri louisianskum rækjufiskarum, brobbersetandi brimríðarum og fuglalúrarum sum vit høvdu gjørt fyri offrum og avvarðandi hjá einhvørjari vanlukku—tað veri seg terrorismu ella tokvanlukku.
Kreppan í Meksikoflógvanum gav Obama annars tí heilt røttu undanførsluna at sjenera oljuídnaðin. Hetta, opinberiliga, so at vit øll fara at liva góð og útrealiseraði í reinum og glaðum býum einamest riknir av vindi og sól og ævigari træklemman, tá ið terapeutiski vælferðarstáturin hjá klappandi vinstravonginum ikki slær til.
Spunasmiðurin gloymdi tó at fortelja honum um gamla orðatakið, “bara tí tú tosar, merkir tað ikki, at onkur lurtar”. Ókey, forsetaembætið er eitt løgið starv. Tú fært at vita, at tú ert tann alvaldandi samtíðis sum tú ikki sleppur at stýra egnum landi vegna valdsavmarkan í kongressuni. Einasti mátin at bróta út úr Pinkulingalandi er altso at brúka Hvítu húsini sum ein stórreypandi og, til tíðir, frálíkan prædikustól. Men hesin forseti kann ikki tað, av tí at hann ikki er førur fyri at fáa amerikanarar at føla seg gott um seg sjálvar.
Ein forkláring er kanska, at eingin veit, hvat Obama trýr. Stutta skiftið, hann var í senatinum, plaseraði hann seg ultra-langt til vinstru á mestsum øllum økjum. Hetta hóvaði demokratiskum aktivistum, sum aftur gjørdi hann til forsetavalevni. Tá ið Obama so hevði tryggjað sítt grundarlag, dumpaði hann sín vinstrasinnaða hugburð í royndini at gerast valbærur. Men henda manreran kostaði: tapið av hansara politisku sál. Hetta er tað sama sum ein kronisk politisk kreppa. Ein forseti, sum ikki veit, hvør hann er, kann jú ikki sissa sínar landsmenn.
Ístaðin má hann baktala BP. Tá ið tú lurtar at Barack Obama, skuldi tú trúð, at fyritøkan var rikin av George 3. av Bretlandi og Lord North. Og tað blívur verri, tí tað eru tíggju ár liðin, síðani BP gavst at kalla seg British Petroleum. Allíkavæl vil amerikanski forsetin partú venda aftur til gamla navnið, sum um “British” er eitt skemdarhugtak. Merkverdigur atburður, tí BP hevur 24.000 amerikanarar í starvi og 10.000 bretar. So tá ið vingulskølturin svertar hesa megnarfyritøku, skaðar hann amerikonsk eins væl og bretsk áhugamál.
Og har er so enn ein óundansleppandi niðurstøða. Obama hevur ongan áhuga í hvørgum.