Obama hevði vunnið á Romney

Fer amerikanska forsetavalið í heyst at standa millum verandi forsetan, Barck Obama, og republikanaran Mitt Romney, fær Obama fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. Tað vísir ein meiningakanning hjá sjónvarpinum ABC News og blaðnum Washington Post.

Kanningin vísir, at verður Romney valevni hjá republikanarunum, fer Obama at vinna við 52 prosentum ímóti 43.

Munurin er størri enn í kanningum, sum eru gjørdar fyrr, og eygleiðarar halda, at framgongdin hjá Obama kemst av, at fólk, sum hvørki eru skrásett sum demokratar ella republikanarar, eru á veg aftur til Obama. Júst teir óheftu veljararnir vóru ein týðandi orsøk til, at Obama vann í 2008.

Samstundis vísa meiningakanningar, at 50 prosent av amerikanarunum eru nøgdir við forsetan og avrik hansara, og so stóra undirtøku hevur hann ikki havt síðani í mai í fjør.