Amerikanski forsetin, Barack Obama, mælti í dag ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, og palestinska forsetanum, Mahmoud Abbas, til at nýta fundin í Washington til at nærkast einari endaligari friðaravtalu.
-Tað verður kanska leingi, til eitt tílíkt høvi býðst aftur, segði Obama.
Umframt Netanyahu og Abbas eru egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, og jordanski kongurin, Abdullah II, við í samráðingunum í Washington.
Í gjár hitti Obama teir fýra leiðararnar hvør sær, og í gjárkvøldið vóru allir savnaðir til døgurða í Hvítu Húsunum. Tær veruligu samráðingarnar eru í dag.









