Summir amerikanarar halda, at Barack Obama, forseti, hevur verið ov lagaligur mótvegis oljufelagnum BP í sambandi við ta ógvusligu oljudálkingina í Meksikoflógvanum. Men nú herðir forsetin orðalagið.
Í einari samrøðu við sjónvarpið NBC sigur Obama, at hann hevur tosað við bæði fiskimenn og serfrøðingar um oljudálkingina við suðurstrondina.
-Eg siti ikki bara og tosi við tey serkønu fyri at kunna meg. Vit tosa við tey, sum kanska duga best at siga mær, hvønn eg skal sparka í afturpartin, sigur Barack Obama við NBC.
Hann nam eisini við tað stóra avlopið hjá BP og segði, at felagið skal rinda endurgjald fyri tann skaða, sum oljudálkingin hevur gjørt.
-Vit skulu tryggja, at øll, sum eru ávirkað av hesum, fáa nóg stórt endurgjald, segði hann.
British Petroleum er undir stórum politiskum trýsti, tí felagið ætlar at rinda sínum partaeigarum 10,5 milliardir dollarar í vinningsbýti í ár, skrivar Ritzau.










