Barrack Obama heldur, at stjórnin í Afghanistan ger ov lítið fyri at endurbyggja landið Obama, sum skal til Afghanistan og Irak um stutta tíð, sigur við CNN, at USA eigur ein stóran part av skyldini av, at støðan í Afghanistan er, sum hon er.
-Ein høvuðsorsøk til ta syndarligu støðuna er, at vit lótu Taliban og al-Qaeda reisa seg aftur, sigur Obama.
-Tað var eitt stórt mistak, og tað ætli eg mær at rætta, tá eg verði forseti, sigur demokratiska forsetavalevnið við CNN.