Amerikanski forsetin, Barack Obama, endurtók í nátt, at oljufelagið BP skal rinda teimum, sum eru rakt av dálkingini í Meksikoflógvanum, endurgjald. Obama hevur verið fyri atfinningum, tí fleiri halda, at hann og stjórnin gera ikki nóg mikið fyri at fáa enda á dálkingini, og eygleiðarar siga, at forsetin fekk ikki vent atfinningunum frá sær í røðuni í nátt. Teir vísa serliga á, at forsetin hevði eingi greið boð uppá, hvat skal gerast.
Danski USA-serfrøðingurin Niels Bjerre Poulsen sigur við DR, at støðan vísir, at amerikanararnir hava ikki betri tøkni, enn BP hevur, og tað gevur eina mynd av einari stjórn, sum ikki er før fyri at gera nakað við ein álvarssaman trupulleika.
Niels Bjerre Poulsen heldur eisini, at Obama var ikki nóg greiður, tá hann tosaði um skyldurnar hjá BP mótvegis teimum, sum eru rakt av oljudálkingini.