Obama ógildar Bush-politikk

Barrack Obama fer í dag at biðja umhvørvismálaráðið taka uppaftur samráðingarnar um at avmarka, hvussu nógv bilar og lastbilar kunnu dálka Millum statirnar, sum hava virkað fyri at avmarka CO2-útlátið í ferðsluni, er Kalifornia, men hesum var stjórnin hjá George W. Bush ímóti. Úrslitið varð, at í fjør bannaði stjórnin 13 statum at herða reglurnar um útlátið hjá bilum og lastbilum.

Men ta avgerðina hevur Barrack Obama avgjørt at seta úr gildi. Ístaðin fyri fer hann at áleggja umhvørvismálaráðnum at fara undir tingingar við statir, sum vilja sleppa at skerja CO2-útlátið í ferðsluni.

Talan er um teir somu 13 statirnar og fýr aðrar, sum eru komnir afturat seinni, skrivar AP.