Í USA er Barack Obama, forseti, gingin við til at góðtaka eina neyðsemju millum demokratarnar og republikanararnar, sum gevur tí almenna heimild til at økja sína skuld. Treytin er, at Kongressin samtykkir fleiri tiltøk, sum skulu avmarka tað ovurstóra hallið á fíggjarlógini.
Sleppur tað almenna ikki at læna meiri, enn verandi mark hjá Kongressini ásetir, verður landið ikki ført fyri at halda sínar fíggjarligu skyldur, og so er heimsins størsti búskapur á eggini til húsagang.
Obama hevur kravt eina varandi avtalu um skuldarhámarkið, men avtalan, sum nú liggur á borðinum, er tvørturímóti stuttfreistað, men sambært einum talsmanni hjá Hvítu Húsunum er forsetin sinnaður at góðtaka avtaluna. Tað ber í sær, at demokratarnir og republikanararnir hava nakrar fáar dagar til at finna eina endaliga semju um at avmarka hallið á fíggjarlógini.









