Í sínari røðu í nátt um støðuna í USA lovaði Barack Obama, forseti, at hann fer at leggja alla orku í at fáa lív í amerikanska ídnaðin, soleiðis at framleiðslan og arbeiðsplássini koma aftur til USA.
Men forsetin vildi hava vinnulívið at ganga undan, og hann kom við einari beinleiðis áheitan á vinnulívið um hjálp til at fáa ídnaðin aftur á føtur:
-Min tilmælið til vinnulívsleiðararnar er einfalt: Spyrjið tykkum sjálvar, hvat tit kunnu gera fyri at fáa arbeiðsplássini heimaftur til land tykkara. So skal land tykkara gera alt fyri at hjálpa tykkum at fremja verkætlanina, segði Barack Obama í røðuni.
Forsetin nevndi eisini eitt dømi um, at tað ber til at fáa ferð á ídnaðin. Fyri nøkrum árum síðani var General Motors á gravarbakkanum fíggjarliga, men nú er fyritøkan aftur heimsins støsrsta bilaverksmiðja.
-Hetta kann eisini henda øðrum, segði Barack Obama.