Barrack Obama tryggjaði sær í nátt tann endaliga sigurin í uppstillingardystinum við Hillary Clinton Áðrenn uppteljingin var liðug eftir valini í statunum Montana og South Dakota kunngjørdu fleiri amerikanskir fjølmiðlar, at Barrack Obama hevði tryggjað sær 2.118 valmenn og harvið tann neyðuga stuðulin fyri at gerast forsetavalevni í heyst.
Barrack Obama er tann fyrsti afro-amerikanarin, sum hevur vunnið uppstillingina til eitt amerikanskt forsetaval.
Hansara mótvalevni, Hillary Clinton, er ikki komin við nakrari almennari fráboðan enn. Í gjárkvøldið ljóðaði, at hon skal vera sinnað at stilla upp sum varaforsetavalevni hjá Obama.