Í USA hevur Barack Obama, forseti, fingið øði í republikanararnar, tí hann hevur tilnevnt ein brúkaraumboðsmann uttan at biðja Kongressina góðkenna hann fyrst. Nýggi umboðsmaðurin eitur Richard Cordray, og hansara arbeiði verður at verja brúkararnar ímóti ólógligum virksemi í amerikanska fíggjarkervinum.
Fleiri republikanskir kongresslimir eru í øðini. Teir siga, at forsetin hevur sett seg oman fyri sínar heimildir við at tilnevna brúkaraumboðsmannin, uttan at Senatið hevur góðkent hann.
Stjórnin hjá Obama samtykti í fjør at skipa ein umboðsstovn, sum skal verja brúkararnar ímóti ólógligum virksemi innan banka- og fíggjarheimin og forða fyri, at bankar dylja týðandi treytir, tá teir lata lán.