Obama fer frá Romney

Tvær nýggjar meiningakanningar í USA vísa, at Barack Obama, forseti, fær størri undirtøku frá veljarunum nú enn fyri einari viku síðani.

Gallup hevur gjørt aðra kanningina, og hon vísir, at 48 prosent vilja hava Barack Obama at halda fram í Hvítu Húsunum, og at 45 prosent vilja hava Mitt Romney at loysa hann av á nýggjárinum. Fyri einari viku síðani gav ein tilsvarandi kanning hjá Gallup Obama 47 prosent og Romney 46.

Hin kanningin, sum Ipsos hevur gjørt fyri Reuters, gevur Obama 46 prosent av atkvøðunum og Romney 44 prosent.

Gallup ger vart við, at í teirra kanning siga 52 prosent, at Barack Obama ger eitt gott arbeiði sum forseti, og so so stóra undirtøku hevur hann ikki fingið síðani í mai í 2011, tá amerikanskir hermenn høvdu beint fyri Osama bin Laden.