Amerikanska Umboðsmannatingið samykti í nátt eina umfatandi lóg, sum skal skerja amerikanska CO2-útlátið og leggja størri dent á varandi orkukeldur Tað leikaði hart á, áðrenn Umboðsmannatingið samtykti lógina, og meirilutin var tepur. 219 tinglimir atkvøddu fyri og 212 ímóti.
Barack Obama, forseti, mælti inniliga Umboðsmannatinginum til at taka undir við lógini, og hann var eisini fegin um úrslitið.
-Hetta er ein søgulig avgerð og eitt djarvt, men neyðugt stig, segði hann.
Lógin setir millum annað mark fyri, hvussu illa amerikanskar ídnaðarfyritøkur kunnu dálka umhvørvið, samstundis sum hon skal útvega fleiri milliónir arbeiðspláss innan varandi orkuútbyggingar.
Nú skal uppskotið viðgerast í Senatinum.