Obama fekk ákoyringar

Barack Obama, forseti, fekk av at vita, tá sjey forsetavalevni hjá republikanarunum møttust til kjak í sjónvarpinum í nátt. Í roynd og veru var ætlanin, at valevnini skuldu tala sína egnu søk í sambandi við ta komandi uppstillingina, men atfinningarnar ímóti Obama fóru við næstan allari tíðini.

Mitt Romney, sum tykist vera tann best umtókti republikanarin í løtuni, fýltist serliga á nýskipanina, sum Obama hevur sett í verk á heilsuøkinum. Men hann hevði eisini annað at finnast at.

-Hann hevur ikki fingið gongd á búskapin aftur, hann hevur ikki steðgað vøkstrinum í teirri almennu umsitingini, og hansara uttanríkispolitikkur hevur ikki verið ein eind, segði Mitt Romney um forsetan.

Bara ein kvinna var við í kjaksendingini, Tað var Michele Backmann, sum nýliga hevur boðað frá, at hon vil fegin stilla upp fyri republikanararnar ímóti Obama á valinum næsta ár. Hon er kend fyri sínar hvøssu atfinningar ímóti Obama, og hon er eisini kend sum fjeppari hjá Tea Party-rørsluni.