Barrack Obama roynir nú av øllum alvi at fáa veljararnar at gloyma navnið Antoin Rezko. Hann er handilsmaður í Chicago, men blaðið Chigago Tribune hevur avdúkað, at myndugleikarnir hava skuldsett hann fyri svik og korrupsjón.
Barrack Obama hevur váttað, at hann fekk 41.000 dollarar í stuðuli frá Antoin Rezko, men at hann visti einki um virksemið hjá manninum. Aftan á avdúkingina hevur hann tí sent honum pengarnar aftur.
Politiskir eygleiðarar siga, at avdúkingin kann koma Barrack Obama illa við, hóast eingin hevur lagt hann undir nakað ólógligt. Hinvegin hevur Obama alla tíðina umrøtt seg sjálvan sum ein við hægri etiskum støði enn hini valevnini, og tað kann koma honum aftur um brekku nú, siga eygleiðararnir.









