Obama fekk arbeiðsplássini

Tað eydnaðist í gjárkvøldið Barack Obama, forseta at fáa ein meiriluta av Senatinum at taka undir við einum uppskoti, sum eftir ætlan forsetans skal útvega nógvum amerikanarum arbeiði.

Uppskotið fekk undirtøku frá 70 senatorum, meðan 28 atkvøddu ímóti. 13 republikanarar atkvøddu fyri uppskotinum hjá forsetanum.

Tann nýggja lógin fer at kosta 15 milliardir dollarar ella 82 milliardir krónur, sum skulu brúkast til at útvega nýggj arbeiðspláss.

Eygleiðarar í Washington siga samtyktina í Senatinum vera ein týðandi sigur fyri Barack Obama, forseta.