Republikanararnir, sum hava meiriluta í amerikanska Umboðsmannatinginum, eru ikki serliga fegnir um eina ætlan hjá Barack Obama, forseta at brúka meiri pengar til mentan og vísindi.
Talsmenn hjá republikanarunum siga, at USA hevur ikki ráð til at brúka so nógvar pengar til mentan og vísindi, sum forsetin ætlar, tí ríkiskassin hevur annað at brúka pengarnar til, siga teir.
-Soleiðis sum tað gongur, endar tað við, at tann almenna skuldin verður so stór um nøkur fá ár, at vit kunnu ikki rætta gongdina, og tí mugu vit tátta í nú, sigur Paul Ryan, sum umboðar statin Wisconsin í Umboðsmannatinginum.
Sambært amerikonskum fjølmiðlum veksur tann almenna skuldin hjá USA fýra milliardir dollarar um dagin.