Støðugt fleiri amerikanarar siga seg vera nøgdar við Barack Obama, forseta og hansara politikk. Í tveimum nýggjum meiningakanningum siga 50 prosent av teimum spurdu, at tey eru nøgd við forsetan, og so væl umtóktur hevur hann ikki verið síðani tíðliga seinasta summar. Politiskir eygleiðarar siga, at tað man vera hugaligt hjá Obama at frætta hetta, tí søgan vísir, at forsetar, sum fáa undirtøku frá helminginum av fólkinum, hava góðan møguleika at verða afturvaldir.
Samstundis vísa aðrar meiningakanningar, at Barack Obama stendur seg væl ímóti teimum, sum tykjast hava bestu møguleikarnar um umboða republikanska flokkin á forsetavalinum í november. Í einari kanning hjá CBS svara 48 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Obama, um valið fer at standa millum hann og Mitt Romney. 42 prosent siga, at Romney fær teirra atkvøðu.
Fólk eru eisini spurd, hvussu tey fara attkvøða, um valið fer at standa millum Obama og Rick Santorum. Her fær Obama 48 prosent og Santorum 40. Aðrar kanningar vísa tað sama, skrivar AFP.










