Obama dýrur gestur

Hóast hann bara steðgar nakrar tímar, fer tað at kosta danska ríkiskassanum einar 50 milliónir krónur, at Barack Obama kemur til Keypmannahavnar. Amerikanski forsetin kemur til Danmarkar, áðrenn hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir koma, og tað hevur noytt donsku myndugleikarnar at broyta trygdartiltøkini.

Mogens Lauridsen hjá løgregluni í Keypmannahavn váttar fyri Politiken, at ferðin hjá Obama hevur kravt broytingar, men hann vil ikki siga, hvussu nógv vitjanin hjá Obama kostar løgregluni. Ríkisløgreglan váttar hinvegin, at vitjanin hjá Obama kostar løgregluni millum 40 og 50 milliónir krónur.

Politiken skrivar, at ferðin hjá Obama kostar eisini tilbúgvingini og heilsuverkinum eykaútreiðslur.