Obama: -Burtur við kjarnorkuvápnunum

Amerikanski forsetin segði í dag, at USA fer at taka stig til at beina burtur kjarnorkuvápnini. Málið er ein heimur uttan kjarnorkuvápn, segði hann Barrack Obama helt fyrrapartin røðu í kekkiska høvuðsstaðnum Prag. Hann segði, at USA fer at skerja sínar kjarnorkuvápnagoymslur, men fer tó at goyma so mikið, at tað kann ræða allar fíggindar.

Umleið 30.000 fólk vóru komin saman uttan fyri slottið í Prag at lurta eftir Obama.

Í røðuni nevndi amerikanski forsetin, at Norðurkorea hevur roynt eina langtberandi rakett í dag. Hann segði, at stigið er brot á reglurnar, og at altjóða samfelagið má fáa Norðurkorea aftur á rætta kós.

Obama segði eisini, at hann er til reiðar at samskifta við Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.