Obama biður um pengar til oljudálking

Í USA hevur Barack Obama, forseti, biðið Kongressina um 129 milliónir dollarar ella 756 milliónir krónur, sum skulu fíggja arbeiðið í sambandi við oljudálkingina í Meksikoflógvanum.

Meginparturin av pengunum skulu til sjóverjuna.

Í einum brævi til Umboðsmannatingið skrivar forsetin, at hann hann ætlar sær at brúka tann pening, sum er neyðugur til at rudda dálkað øki, og at hann ætlar sær at stuðla teimum, hvørs inntøkugrundarlag er hótt orsakað av oljudálkingini.