Síðsti dysturin í øðrum umfari í donsku landskappingini varð spældur mánakvøldið. OB hevði í Odense vitjan av Silkeborg. Úrslitið var tað, at heimaliðið vann 3?1. Hetta var fyrsti dysturin hjá OB í nýggja kappingarárinum.
Bronsuvinnararnir frá í fjør, Silkeborg, komu á odda í 1. hálvleiki. Tað var longu í 6. minutti. Í 16. minutti javnaði OB. Henda støðan helt sær til tað restaði eitt korter. Tá skoraði OB aftur. Tey bæði fyrstu OB málini skoraði Kasper Dalgas, sum teir í summar fingu úr Vejle. Fyrrverandi fótbóltsútisetin, Søren Andersen, staðfesti sigurin.
Hjá Silkeborg tykist tað vera eitt sindur trupult, eftir at teir í summarsteðginum mistu Henrik Petersen til Bolton og Thomas Røll Larsen til FCK.
Triðja umfarið í superliguni verður spælt í vikuskiftinum. Tá sær skráin soleiðis út: AaB?AB, Brøndby?OB, Esbjerg?Vejle, FCM?FCK, Silkeborg?Lyngby og Viborg?AGF.