Á Fiona Park, sum í næstum kanska verður mest sum føroysk ogn, hevði OB gott tak á italska Genoa, sum hevði vunnið fyrra dystin teirra millum 3-1. Og tá Henrik Andreasen beint undan steðginum stútaði heimaliðið framum, kom av álvara lív í heimaáskoðararnar. Bara átta minuttir eftir steðgin eydnaðist tó Domenico Criscitos at javna, tá ein skotroynd frá honum varð avrættað, og so stóð mest sum greitt, at einasta danska luttøkan í Europa League verður tann hjá FCK, ið altso ikki slapp í heilt fína selskapið í meistarakappingini.