Danska steypafinalan í fótbólti er altíð Kristi Himmalferðardag, og hon er altíð í Parkini. Hesa ferð verður finalan ímillum FCK og OB. Í kvøld vann FCK í Parkini 4-0 á Lyngby og Christian Lamhauge Holst. FCK vann 3-2 í Lyngby og harvið 7-2 samanlagt. Í hinari hálvfinaluni vóru OB og Viborg. Undan seinnu hálvfinaluni bendi nógv á, at Viborg fór at vinna sær finalupláss. Viborg vann fyrru hálvfinaluna 2-1 í Odense. Hóast teir vóru illa sperdir eftir heimadystin, og eydnaðist tað OB at vinna 2-0 í Viborg og harvið 3-2 samantalt.