Oasubørnini

Kórið Oasusbørnini varð stovnað tí at tørvur var fyri einum gospelkóri. Upprunaliga vóru tað børn úr sunnudagskúlanum í Oasuni í myndaðu kórið, men skjótt komu børn úr øðrum samkomum eisini til.

Børnini eru øll í skúlaaldri, og eru eyðkend fyri sína stóru sanggleði. Sambært Sigrid Sivertsen kórleiðara, syngja tey glaðan popputtan gospel sang.

- Hetta eru lættir sangir, flestir á føroyskum, men eisini onkur á enskum. Hetta eru í føroyskum høpi alt rættiliga ókendir sangir, ið vit hava fingið umsett úr enskum, greiður Sigrid frá. Her verður sostatt ikki talan um eitt vanligt barnakór, ið tulkar vanligu sunnudagsskúlasangirnar.

Tað er Jón Ellendersen, ið hevur staðið fyri umsetingini, og hetta er hann sambært Sigrid komin sera væl frá.

Kórið hevur m.a. framført í Norðurlandahúsinum og í SMS í sambandi við Mentanarnáttina.