Óálítandi yvirlitstrolingar

Magnus Heinason er gamal og ótíðarhóskandi, og spurnartekin kunnu setast við úrslitini frá yvirlitstrolingunum, sigur Kári P. Højgaard

Hann hevur tænt fyri seg, men tíðin er frá Magnus Heinason, sum er gamal og ótíðarhóskandi, sigur Kári P. Højgaard.

Í §52-fyrispurningum, sum hann hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskimálum, setur løgtingslimurin eisini spurnartekin við, um úrslitini frá yvirlitstrolingunum er álítandi. Hann vísir á, Magnus Heinason eftir øllum at døma ikki hevur fiskieydnu á grunnum vatni, og at hetta møguliga skeiklar heildarmyndina, yvirlitstrolingarnar geva.

- Sambært veiðu fyri hvønn troltíma, so er fiskiskapurin hjá Magnusi langt frá javnbjóðis teimum trolarum, sum fiska vinnuliga. Tí standa menn spyrjandi, hví verður ikki í einum royndarári givið einum vinnuligum trolbáti møguleikan, at gera somu tóvini, eftir somu trolpunktum samstundis sum havrannsóknarskipið, skrivar Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til spurningarnar. 

Kári P. Højgaard vísir á, at royndirnar hjá Magnus Heinason eru avgerandi fyri vísindaligu tilmælini til ICES. Eru tilmælini skeiv, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri fiskistovnin.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1.        Heldur landsstýrismaðurin, at árligu yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, geva eina sanna mynd av veruligu støðuni hjá botnfiskastovnunum.

2.        Er tað rætt, at framleiðslan av Steinhamn-lemmunum, ið verða nýttir, steðgaðu í 1981? 

3.        Er tað sama slag av útgerð, trol, millumstykki, posi, meskastødd og tráðtjúgd, ið nýtt er øll árini.

4.        Verða ljóðroyndir tiknar regluliga og hvat vísa tær.

5.        Eru nakrar royndir gjørdar til samanlíkningar, har havrannsóknarskipið togar eftir somu trolstøðum, samstundis sum ein av teimum smáu vinnuligu trolbátunum.

6.        Um nei, hevur Havstovan ætlanir um at gera slíka roynd.