O, móðurmál! nú brýtur í bæði borð

Vorðið sum vikuskifti: Foreiningin hevur møti, og ”einig kommisión” mælir til bábelskan ruðuleika á bókstavaøkinum! Og eg, sum helt, at hasir jassarnir kundu teljast á einari hond!? Ei undur í, at tað var illveður og áarføri, serliga leygardagin um nón!

FOREININGIN: Gestur var komin úr heimlandinum . Hann skuldi royna at fáa chil á óchilið, nú bókabrenningartíðin nærkast.
Lektarin og skálamaðurin, sum upprunaliga fekk øði í grindina, vóru eisini á møtinum. Krage søger mage.
Hoyrdi umboð fyri Foreiningina mæla mergjað orð í Útvarpinum viðvíkjandi útlendsku bókstavunum: ”Tað skuldi vera hensyntakan til FN-regi(n).” Eg meini tað!
Sambært Foreiningini man tað ikki gera petti, um fjøld av føroyingum brúkar donsk landanøvn: Polen, Syrien, Australien, Grekenland o.s.fr., men tað er ræðuligt, um okkurt einstakt land verður stavað við K og ikki donskum C!
KOMMISIÓNIN: Vónbrot, snøgt sagt! Tú veitst, hvat tú kanst vænta av danskligu Foreiningini, men eisini kommisiónin!? Hatta tilmælið fer at elva til ruðuleika, og verður eitt stórt bakkast fyri móðurmálið og føroyska rættskriving.
Eru málsligu hugsjónir Jóhan Hendriks sleptar í nýggju lon á Debesartrøð?
NAVNANEVNDIN: Ein tøkk til navnanevndina! Gott, at tað framvegis glógvar í onkrum, at onkur verjir borg.
UPPSKOT UM BROYTING Í STAVRAÐNUM: a-æ, i-y, í-ý.
Ein Skaalemaður (ikki hin, kortini) skeyt upp, at vit seta bókstavirnar við sama ljóði undir liðina hvør á øðrum:
a-æ (fyrra a og seinna æ), i-y (fyrra og seinna), í-ý (fyrra og seinna).
Hatta er helst eitt frálíkt hugskot. Tað kann minna føroyingar, sum so ofta hugsa á útlendskum, á, at a og æ hava somu úttalu, somuleiðis i og y og í og ý.
KURLA (@): Nú eru vit jú so altjóðalig og kunnu tískil ikki gloyma, at ein ”bókstavur” eitur kurla. Kurla má eisini sleppa við í stavraðið!? Er telduheimurin annars ikki í ferð við at góðkenna serbókstavir hjá teimum ymsu málunum?
E.S.: Sum skúlamaður og málvinur endurtaki eg: Takið IKKI útlendsku bókstavirnar inn í føroyska stavraðið, men umhugsið uppskotið um a-æ, i-y, í-ý!
Við føroyskari stavkvøðu