O. J. Simpson sloppin úr fongsli eftir 9 ár av 33

Amerikanarin O. J. Simpson, sum hevur verið fongslaður í níggju ár fyri vápnað rán, er í dag royndarleyslatin úr fongslinum

Fyrrverandi fótbóltsstjørnan, O. J. Simpson er í dag royndarleyslatin úr einum fongsli í amerikanska statinum Nevada. Tað upplýsir AP tíðindastovan.

 

Hann hevur sitið fongslaður í sløk níggju ár fyri vápnaða ránsroynd á einum hotelli í Las Vegas.

 

Ein nevnd avgjørdi í juli, at Simpson, sum nú er 70 ár, kundi royndarleyslatast, tá hann ikki er til so stóran vanda fyri almennignin. Tey løgdu harafturat dent á, at Simpson hevði fylgt reglunum í fongslinum og ikki fyrr verið dømdur.

 

O. J. Simpson segði undir hoyringunum, at hann harmaðist um, at »tingini endaðu, sum tey gjørdu«, og at hann ikki aftur fór at fremja lógarbrot.

 

Hann lovaði harumframt, at hann ikki vil »vera ein trupulleiki« undir royndarleyslatingini, og at hann fegin vil finna saman aftur við vinum og familju síni.

 

– Eg havi sitið mín dóm, og eg havi gjørt tað so væl og virðiliga sum nakar annar, segði O. J. Simpson sambært Reuters og legði afturat:

 

– Einki av hesum hevði hent, um eg hevði dugað betur at mett.

 

O. J. Simpson hevur nú sitið sína minimumsrevsing upp á níggju ár. Maksimumrevsingin var upp á 33 ár. Tað skrivar tíðindastovan AP.

 

Í framhaldi av royndarleyslatingini verður hann undir eftirliti næstu fimm árini. Tað skrivar enska blaðið The Guardian.

 

O. J. Simpson var í 1960'unum og í 1970'unum kend ítróttarstjørna í amerikonsku fótbóltsliguni, NFL, har hann spældi 11 kappingar og setti fleiri met. Tað førdi hann beinleiðis víðari til eina yrkisleið í filmsvinnuni í Hollywood.

 

Men væleydnaða yrkisleiðin stóð í skugganum av drápinum á fyrrverandi konu hansara og vin hennara Ronald Goldmann.

 

Simpson var ákærdur fyri morðið, men funnin ósekur.

 

Hann varð kortini senni í einum sivilum rættarmáli funnin sekur í deyðanum hjá fyrrverandi konuni og Ronald Goldman.

 

Simpson varð dømdur at gjalda 33,5 milliónir krónur í endurgjaldi til familjurnar.

 

/ritzau/

 

Fyrrverandi NFL-stjørnan O. J. Simpson gjørdist heimskendur, tá hann var ákærdur, men seinni fríkendur, fyri at hava dripið fyrrverandi konu sína, Nicole Brown, og vinini Ronald Goldman

 

Foto: /ritzau/AP/Jason Bean