Góðkenning
Fyritøkan, O.C. Joensen á Oyri, sum hevur rækju-og skeljavirki, fekk tíðliga í januar eina sonevnda BRC-góðkenning. BRC stendur fyri British Retail Consortium, og tað er BVQI (Bureau Veritas Quality International), sum hevur givið góðkenningina.
Atgongumerki
O.C. Joensen er fyrsta felag í Føroyum, sum hevur fingið hesa góðkenning, sum av kønum verður mett at hava munandi størri týdning enn ein ISO 9000 góðkenning.
- Vit vita ikki um onnur feløg í Føroyum, sum hava fingið eina BRC-góðkenning. Hetta er eitt "atgongumerki" til tær stóru supermarknaðarketurnar. Vit kunnu siga, at hetta er ein bilett fyri at sleppa við "bussinum". Hevur tú ikki hesa góðkenning, ert tú ikki við í kappingini um hendan partin av marknaðinum.
Stjórin á O.C. Joensen og góðskuleiðarin, Hans Johannes á Brúgv og Bergur Johannesen, fegnast um góðkenningina.
- Í sær sjálvum skapar góðkenningin einki. Fyri at sleppa inn á henda marknaðin, er neyðugt at semjast um avtalur og prísir, men við BRC-góðkenningini hava vit røttu kortini á hondini.
Stjórin og góðskuleiðarin siga, at ein slík góðkenning setir stór krøv og leggur stóra ábyrgd á øll, sum starvast hjá felagnum.
- Hetta er ein sonevndur standardur, sum er væl kendur um alt Evropa. Góðkenningin gevur okkum atgongd til tær stóru keturnar á marknaðinum.
Matvørutrygd
Teir siga, at tað eru keypararnir, sum hava útnevnt ein stovn at syrgja fyri, at dygdin á vøruni er í lagi, og í hesi deildini hjá BVQI starvast eini 40.000 fólk við at hyggja at góðskuskipanum og dygdini á vørum.
- Hetta er alt ein spurningur um matvørutrygd, har feløg, sum selja matvørur, velja út ymisk feløg og stovnar, sum eru før fyri at kanna eftir, um matvørutrygdin hjá framleiðarum er í lagi, siga Hans Johannes á Brúgv og Bergur Johannesen.
Tað er føroyska felagið, Atlanticon, sum hevur hjálpt O.C. Joensen við at fingið góðkenningina uppá pláss.