Nyttar ikki at tosa um frið so leingi Arafat hevur vald

Palestinski leiðarin eigur at missa alt politiskt vald, tí so leingi hann hevur nakað vald, verður ikki friður. Tað sigur fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Barak.

Fyrrverandi generalurin og forsætisráðharrin vil vera við, at Yasser Arafat er tann størsta forðingin fyri, at nakað kann spyrjast burtur úr tí seinasta friðaruppskotinum, sum ST, ES, USA og Russland hava lagt fram.

-Vit mugu síggja til, at Arafat missir alt útinnandi vald. So leingi hann hevur minsta myndugleika ella eftirlit, verður eingin semja millum Ísrael og palestinar, sigur Ehud Barak.

Barak sat sjálvur við samráðingarborðið saman við Arafat í Camp David í USA fyri trimum árum síðani. Einki spurdist burtur úr samráðingunum, og Barak hevur seinni sagt, at tað var Arafat, sum lá í buktini. Tveir mánaðir eftir slitið í Camp David, byrjaði tann palestinski uppreisturin, sum hevur staðið við síðani.

Ísraelska tjóðartingið samtykti fyrradagin, at landið skal "forfylgja" øllum, sum avsanna, at seks milliónir jødar lótu lív undir seinna heimsbardaga. Samtyktin var greitt vend ímóti palestinska forsætisráðharranum, Mahmoud Abbas, sum fyri nógvum árum síðani skrivaði í einari ritgerð, at minni enn ein millión jødar doyðu undir krígnum.

Tjóðartingið, sum hevur 120 limir, samtykti uppskotið við trettan atkvøðum ímóti fimm. Hinir tinglimirnir vóru burturstaddir. Samtyktin er kortini ikki bindandi.