Nyttar einki at vísa Sea Shepherd tolsemi

- Tony Marano var hugtikin av okkara máta at takla Sea Shepherd og ikki at geva eftir fyri teimum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

Í gjár var Tony Marano, sum er kendur Sea Shepherd-andstøðingur, á vitjan hjá Sands kommunu, har hann eitt nú hitti borgarstjóran, Brand Sandoy, ið eisini er vorðin kendur í Føroyum sum Sea Shepherd-andstøðingur.

 

- Vit umrøddu sjálvandi eisini Sea Shepherd, og Tony Marano var hugtikin av okkara máta at takla felagsskapin her í økinum og ikki at geva eftir fyri teimum.

 

Brandur Sandoy sigur, at teir báðir vóru samdir um, at tolsemi yvirfyri Sea Shepherd gagnar ongum og kemur bara at skaða Føroyar framyvir, um vit ætla at halda fram við okkara máta at liva og virka í Føroyum.

 

- Undir vitjanini á Sandi fekk Tony Marano 
turt tvøst, spik og nýupptikin epli. Hann fekk eisini turt kjøt á heimabakaðum breyði. Hetta dámdi honum væl, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy.

 

Í samrøðu við Rás2, sum eisini lá úti á in.fo um dagarnar, sigur Tony Marano, at Paul Watson sjálvur situr og krógvar seg í París, meðan hann sendir sínar “hirðar” til Føroya at gera tað skitna arbeiðið.

 

- Hann er ein ússaligur maður, staðfesti Tony Marano í samrøðu við Rás2.