Nýtt videolag frá Eivør

Føroyska sangarindan hevur gjørt videolag til sangin Far Away

Nú ber til at síggja eitt spildurnýtt videolag hjá Eivør.

 

Tað er til sangin Far Away av fløguni Room at videolagið er gjørt.

 

Upptøkurnar fóru fram í Føroyum í summar, og tað er Chris Anthony Hodar, ið hevur staðið fyri framleiðsluni.

 

Sangurin snýr seg um kærleika og dýrabær minni.

 

- Vit eru fegin um at kunna avdúka almenna videolagið til sangin Far Away. Eivør skrivaði sangin til minnis um pápan, sum hon saknar hvønn dag, stendur at lesa um nýggja videolagið á heimasíðuni hjá Eivør.

 

Síggj videolagið her